(Myndir: Kevin Faingnaer)

Virðisløn til belgiskar myndir úr Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.03.2017 - 15:00

Mentan > List > Myndlist

Belgiski myndamaðurin, Kevin Faingnaert, hevur vunnið virðislønina Zeiss Photography Award í ár fyri eina røð av myndum úr Føroyum.

Belgiski myndamaðurin vitjaði Føroyar á fyrsta sinni fyri einum góðum ári síðani, og tað er myndarøð hansara, ”Føroyar”, sum fær virðislønina. Talan er um eina røð av myndum úr Føroyum. Talan er bæði um náttúrumyndir, portrett av føroyingum, og hugtakansi gerandismyndir, flest teirra av bygd og fleiri av útoyggj.

Myndarøðin kann síggjast á heimasíðuni hjá Kevin Faingnaert, har eisini ein onnur myndarøð úr Føroyum, ”Saint Olaf’s Wake” er at síggja umframt fleiri aðrar hugtakandi myndir, sum hann hevur tikið á spennandi støðum kring heimin.