Kristina Sundar Hansen er einsamøll á palli

Virðislønt írsk komedia á Føroyaferð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 12:49

Mentan > List > Leiklist

Leygardagin hevur Tjóðpallurin enn eina frumframførslu av sjónleiki. Hesaferð er tað ein komedia, sum fer at ferðast kring landið.

Frumframførslan verður í Bryggjuni í Vestmanna, og fyribils er lýst við fimm sýningum í Bryggjuni.

Tað er Kristina Sundar Hansen, sum einsamøll spælir komeiuna ”Mín fantastiska skilsmissa”. Talan er um ein virðisløntan einrøðuleik eftir írsku Geraldine Aron, ið hevur gingið sína sigursgongd í fleiri londum.

Leikurin varð tilnevndur ein Olivier Award fyri “Best entertainment” í 2004, og hevur síðani lagt áskoðarar kring heimin flatar í látri. Nú standa Føroyar so fyri tørni, sum 29. landið, har leikurin verður pallsettur.

Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angelu og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dóttirin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsinum.

Nýggi veruleikin hjá Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum vit áskoðarar verða drigdir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angelu.

Kristina Sundar Hansen hevur sjálv flutt leikin yvir í føroyskt og hevur ment føroyska konseptið saman við Duritu Sumberg Poulsen. Turpin Napoleon Djurhuus hevur gjørt pallin, video og ljósið, Pauli Magnussen ljóðið og Ágústa Skúladóttir hevur veitt leikliga ráðgeving.