Casey Affleck (t.h.) vann Oscar í ár fyri besta høvuðsleiklut. Til vinstru sæst Lucas Hedges, sum spælir bróðursonurin

Virðisløntur filmur í biohøllini í kvøld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

15.03.2017 - 14:04

Mentan > List > Filmslist

Virðislønti og nógv rósti amerikanski filmurin ”Manchester by the Sea” verður sýndur í Havnar Bio í kvøld.

Tað er Filmsfelagið, sum hevur eydnast at fáa filmin til Føroya. Filmsfelagið sýnir góðskufilmar í biografinum í Havn annað hvørt mikukvøld.

”Manchester by the Sea” var tilnevndur seks Oscar-virðislønir fyrr í ár, og tað eydnaðist filminum at fáa tveir Oscars. Ein fyri bestu søgu (original screenplay) og ein fyri besta mannliga høvuðsleiklut.

Casey Affleck varð Oscar-virðisløntur fyri sín leiklut sum Lee Chandler, sum kemur heim til føðibýin, Manchester, ein lítil fiskivinnubýur í Massachusetts við vesturstrond USA, beint norðan fyri Boston, har bróðir hansara júst er deyður. Óvæntað fær hann ábyrgdina av tannáringasoninum hjá bróðrinum, nakað, ið Lee als ikki var fyrireikaður uppá.

Kenneth Lonergan hevur leikstjórnað filmin og skrivað søguna.

”Manchester...” er ikki einasti Oscar-vinnandi filmurin, sum Filmsfelagið bjóðar upp á í vár. Seinast í apríl verður møguleiki at síggja iranska filmin ”The Salesman” hjá Asghar Farhadi, sum fekk Oscar fyri besta film á fremmandamáli.

Treylari fyri "Manchester by the Sea"