Soleiðis sá út til EM í 2016 (Mynd: Sverri Egholm)

Vísa dystir hjá Íslandi og Danmark á trappuni seinnapartin

Sverri Egholm

16.06.2018 - 11:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri tveimum árum síðani byrjaði alt við at Ísland kláraði seg framúr í EM-endaspælinum í Fraklandi. Fleiri dystir vóru vístir á stórskíggja, og tað var ógvuliga góð undirtøka. Nú HM er í Russland verður roynt aftur.

Klokkan 14 vísir Føroya Tele dystin millum Argentina og Ísland á trappuni í Vágsbotni. Klokkan 17 verður dysturin millum Peru og Danmark vístur.

Danny Baldursson frá Danny & The Veetos fer at syngja nakrar sangir áðrenn Ísland-dystin og okkurt leskiligt er at fáa umframt at onkrar kappingar verða.

Argentina-Ísland (14:00)
Peru - Danmark (17:00)