Viswanathan Anand (t.h.) vann innanhýsis dystin móti Carlsen í gjár og samlaða heimsmeistaraheitið í kviktalvi í dag

Vishy Anand heimsmeistari í kviktalvi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

28.12.2017 - 21:56

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Indarin Viswanathan Anand gjørdist í dag heimsmeistari í kviltalvi. HM-kappingin fór fram í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh.

Tríggir telvarar endaðu javnir við 10,5 stigum fyri 15 umfør. Umdystur skuldi tí spælast millum teir báðar, sum innanhýsis høvdu klárað seg best, um heimsmeistaraskapin. Vishy Anand og russarin Vladimir Fedoseev telvaðu tvey avgerandi snartalv, og Anand vann bæði og harvið heimsmeistaraheitið.

Ian Nepomniachtchi úr Russlandi gjørdist nummar trý í kappingini.

Norski Magnus Carlsen hevði møguleikan at vinna HM-heitið. Hann lá á fyrsta plássi undan 15. og seinasta umfarinum, sum var móti russaranum Alexander Grischuk. Við einum sigri átti norðmaðurin heimsmeistaraheitið og við einum javnleiki, hevði hann møguleika at spæla umdyst móti Anand, sum hann tapti ímóti í 9. umfari. Men Magnus Carlsen tapti, og so gjørdist tað til eitt fimta pláss við 10 stigum fyri 15 dystir.

Í hesum snartalvunum hava telvararnir havt 15 minuttir at telva í útgangsstøði. Nú komandi dagarnar verður so farið undir ta skjótastu talvdisiplinina, snartalv, har telvararnir einans hava tríggjar minuttir í útgangsstøði og so nøkur fá sekund fyri hvønn leik.

Eisini her er norðmaðurin millum favorittarnar, og her er tað, at spenningurin snýr seg um, hvørt Magnus Carlsen megnar at koma upp um 3.000 í styrkismeting, nakað, sum bert teldur higartil hava klárað.

HM í snartalvi gongur yvir tveir dagar. Tey telva 11 talv hvønn dagin.