(Mynd: Suðurrás)

Vísti seg at vera stórhvalur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.06.2018 - 22:35

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Tað vísti seg at vera ein bólkur av stórhvali, sum varð funnin 4 fjórðingar eystur úr Porkerisnesi fyrr í kvøld.

Hetta upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður.

Á einum størri báti, sum var ávegis til fiskiskap, hildu teir seg síggja grind, men tað er ikki heilt kyrt í veðrinum, og tí kann vera ringt at meta um, sigur sýslumaðurin. Bátar vórðu sendir út at kanna, og nú er staðfest, at talan var um stórhval.

Meira verður ikki gjørt við tað.