22 ára gamli Mavlut Mert Aydintas avmyndaður, eftir at hann hevði dripið russiska sendiharran í einum listasavni í Ankara í gjár. Mynd: Daily Mail

- Vit eru tey, sum lovaðu jihad trúfesti

Jens Hákun Leo

20.12.2016 - 09:45

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Tað er nú komið fram, at maðurin, sum í gjár skjeyt og drap russiska sendiharran í Turkalandi, Andrej Karlov, og sum sjálvur varð skotin og dripin á staðnum av turkiskum hermonnum, var 22 ára gamal og æt Mevlut Mert Aydintas.

Mevlut Mert Aydintas var, eftir øllum at døma, partur av ólætisløgregluni í Ankara (riot police, red), og hevði hann, sambært fleiri altjóða keldum, harímillum The Independent, sloppið sær inn í listasavnið í Ankara, har ið russiski sendiharrin var staddur, við at vísa eitt løgreglusamleikaprógv og við at føra fram, at hann var løgreglumaður, sum skuldi halda eftirlit við trygdini hjá russiska sendiharranum.

Tað var inni í hesum listasavninum, at Mevlut Mert Aydintas skjeyt 62 ára gamla Andrej Karlov átta ferðirnar frá stuttari fjarstøðu. Eftir hetta kunngjørdi hann, at...

- Gloymið ikki Aleppo, gloymið ikki Sýria. So leingi Aleppo ikki er trygt, kunnu tit ikki kenna tykkum trygg. Øll, sum eru innblandað í hesum, kunnu vænta sær at rinda ein høgan prís...Vit eru tey, sum lovaðu Muhammed og tí heilaga krígnum (jihad, red) trúfesti.