Íslendsku leikararnir, eftir sigurin á Onglandi. Ein framúrskarandi innsatsur, sum varð gjørdur nærum magiskur við serligu HUH-rópunum og klapping í takt við trummusláttur (Mynd: EPA)

EM samanumtøka: Vit fara at minnast Ísland og Wales

Niels Petersen

13.07.2016 - 15:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá vit um nøkur ár fara at hugsa aftur á EM endaspælið í Fraklandi, so verður tað ikki í so stóran mun fyri vakra álopsspælið, men heldur verður tað smærri tjóðirnar, sum manniliga kempaðu seg til framúrskarandi úrslit.

Serliga var tað Ísland sum inspireraði, og at Wales eisini kláraði seg somikið væl var eisini eitt stórt yvirraskilsi. Sum nakað heilt serligt var eisini fjeppanin hjá íslendsku áskoðarunum, har øll klappaðu í takt.

Týskland vísti kanska støðugt tað besta spælið gjøgnum kappingina, men aðrar tjóðir, so sum Frakland, Italia, Belgia og Spania vístu til tíðir eisini avbera gott spæl. Men samanumtikið varð ov ofta lopið á við hondbremsuni uppi, og ov ofta vóru liðini meira bangin fyri at tapa, enn at tey tordu at satsa.

Finalan, sum varð spæld sunnukvøldið millum vertstjóðina, Frakland og Portugal, var eisini ein spegilsmynd av kappingini sum heild. Sera stórt fokus varð lagt á verjupartin hjá Portugal, og enn meira, tá stóra stjørnan og liðskiparin, Cristiano Ronaldo mátti út við skaða, heilt tíðliga í dystinum.

Frakland leyp á við fullari ferð, og royndi at avgera dystin beinanvegin, men tað eydnaðist ikki, og so bleiv hondbremsan drigin eitt vet longur upp. Tað bleiv tí til eina heldur keðiliga finalu, eins og fleiri av dystunum í hesum endaspælinum tíverri blivu. Og so megnaði Portugal at vinna EM, uttan at vinna ein einasta dyst í vanligari leiktíð. Tað er sjáldsamt, eins og øll kappingin var tað.

Soltin málskjóting
Ikki síðan í 80-unum hava vit fingið so fá mál í endaspælum, bert 2,12 mál/dyst. Og tá eru HM endaspølini eisini tald við. Men hugsið tykkum, tað vóru jú 24 lið við í ár. Tað mesta nakrantíð.

So stendur man eftir við spurninginum, eru tað ov nógv lond við í endaspælinum? Svarið er eftir mínum tykki, nei, tað eru tað ikki, tí at tær smærru tjóðirnar fóru at verja við lív og sál, tað kundi man gitt frammanundan. Men at tjóðir sum vanliga spæla nærum all out álopsfótbólt, og so brádliga fara at loypa á við hondbremsuni hálvt ella heilt uppi, tað er lítið hugaligt. 

Møguliga liggur frágreiðingin heilt aðrastaðni. Møguliga er trendurin við at spæla við einum áloypara við at forkoma flótandi álopsspælinum. Spurningarnir eru nógvir, og meiningarnar minst líka nógvar.

Video, tíðindastubbar og dystarfrásagnir, sum vóru á Portalinum undir EM eru at finna her