Mynd: Jens Kr. Vang

- Vit gera ikki fortreð fyri Gunvør og tær

Redaktion

16.11.2016 - 16:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Í sambandi við, at Gunvør Balle, komandi varaborgarstjóri í Tórshavnar býráð, nú finst at avgerðini hjá núverandi býráð í Tórshavnar kommunu at lækka kommunuskattin 0,75% og harundir sigur, at fráfarandi býráð við hesum ger fortreð fyri tað komandi, svarar Tróndur Sigurðsson, fíggjarnevndarlimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð, nú Gunvør Balle aftur.

Spurdur, hvørt tað er rímiligt, at eitt býráð, sum einans skal sita í hálvanannan mánað aftrat, brúkar 30 milliónir krónur uppá ein skattalætta, svaraði Tróndur Sigurðsson, sum hetta komandi valskeiðið kemur kemur at sita í andstøðu í Tórshavnar býráð, á soljóðandi hátt í Kringvarpinum í dag:

- Vit hava fingið nýggjar inntøkumetingar frá Fíggjarmálaráðnum, sum hevur gjørt tað, at vit hava mett tað vera ráðiligt at lækka skattin. Tað er eingin ivi um, at fólkavøksturin, sum hevur verið í Tórshavnar kommunu hesi síðstu fýra árini, eisini ber brá av, at vit kunnu lækka skattin. Vit hava ikki nakrar ætlanir um at koyra kommununa út á sjógv, bara tí at vit ikki skulu taka við valdinum aftur 1. januar. Hetta er gjørt við skili...Vit hava havt ein stóran inntøkuvøkstur, og tað er eisini tað, sum kommunulóggávan sigur, at man ikki skal taka meira inn (av skatti, red), enn neyðugt er, og tað er tí, vit lækka skattin.

Sjúrður Olsen fyri Fólkaflokkin, sum eisini situr í fíggjarnevndini í Tórshavnar kommunu, men sum í mun til Trónd Sigurðsson ikki er afturvaldur í býráðið, er eisini ósamdur við tí, sum Gunvør Balle førir fram viðvíkjandi skattalættanum, at fráfarandi býráð við hesum ger fortreð fyri tað komandi.

Við Kringvarpið í dag segði Sjúrður Olsen soljóðandi viðvíkjandi skattalækkingini hjá Tórshavnar kommunu:

- Tað er ikki nakað nýtt í tí, at vit skulu lækka skattin. Um hálvan september, tá ið vit løgdu fíggjarætlanina fram, tá varð sagt, at skattaprosentið fór at verða koyrt niður. Vit valdu so ikki at gera eina lidna fíggjarætlan áðrenn býráðsvalið, tí at so hevði tað verðið uppfatað sum valflesk – og kanska er tað heldur ikki so fornuftigt at viðgera eina fíggjarætlan beint uppundir eitt býráðsval. Men hetta er altso ikki nakað, sum dettur úr leysum lofti.

Tróndur Sigurðsson slær at enda fast, at...

- Íløguætlanin hjá tí komandi býráðnum kemur eisini at liggja á sama støði sum tann, sum vit hava sitið við hesi síðstu fýra árini. Vit kunnu av sonnum siga tað, at vit hava hildið ein góðan fíggjarleist. Nú vit fara frá, hava vit ein nettoskuld hjá Tórshavnar kommunu uppá 73 milliónir krónur. Vit hava goldið skuld niður hesi síðstu fýra árini, so man kann siga tað, at tey (tann nýggja býráðssamgongan, red) koma til skorin klæði.