Mynd: EPA

Samandráttur: Vit mugu skapa meira

Niels Petersen

07.09.2015 - 22:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Føroyska liðið skapti ikki serliga nógvar málmøguleikar í Helsinki í kvøld, men tann eini veruligi møguleikin, hann var góður. Tíverri fyri føroyingar, so fekk finska verjan órógva liðskiparan, Fróða Benjaminsen so mikið, at skallarin fór beint framvið stongini. Gestirnir spældu seg annars til nakrar góðar álopsstøður, men næstseinastu sendingarnar væntaðu neyvleika.

Finnar byrja annars dystin við at hava leikligan yvirvág, men teir blíva ikki vandamiklir yvirhøvur. Tá so føroyingar fara longur fram at pressa, um miðjan fyrra hálvleik, fáa vertirnar brádliga pláss, og tað gagnýta teir beinanvegin. Serliga í teirra vinstra borði gongur avbera væl at órógva føroysku verjuna, og eitt innlegg í 22. minutti ávaraði føroyska liðið. Finnar sleppa til baklinjuna, og úr frálíkari støðu, klárar bulmikli áloyparin, Pohjanpalo at skjóta heilt framvið bóltinum, og so roytti hann seg sjálvan í undran yvir brenda møguleikan. Minuttin seinni var hepnið tó við sama leikara, tá hann setur pannuna á eitt vælplaserað skot frá Aleksander Ring, sum stakk út frá samankomingini, og beint á pannuna á Pohjanpalo.
Hesa løtuna vóru føroyingar skelkaðir, og bleiv ikki ansað væl eftir, so kundi okkurt mál komið afturat. So bleiv tíbetur ikki, og føroyingar kundu sostatt royna at berja seg inn í dystin aftur.

Finnar tóktust nøgdir við, at lata gestirnar spæla frítt á egnari hálvu, men komu føroyingar fram um miðjuna við bóltinum, so bleiv press lagt á beinanvegin, og tá bleiv sjálvandi torført hjá okkara monnum at finna lykilin til at opna verjuna hjá finnum.

Vit komu tó til nakrar støður, sum hálvleikurin rann, og høvdu innleggini havt størri neyvleika, so kundu vit nokk fingið meira at sæð til Klæmint A. Olsen, sum annars arbeiddi knallhart í kvøld. Arbeiðsfortreytirnar hava ivaleyst mangan verið lættari hjá einsamalla álopsleikaranum úr NSÍ.

Fleiri mál komu ikki fyri steðgin, so enn tóktist møguleikin at vera har hjá føroyingum.

Seinna hálvleik byrjar føroyska liðið betur, og fær skjótt pressað vertirnar longur aftur á vøllin. Hetta skapar pláss, og finnar síggja seg noyddar til at gera fleiri fríspørk. Søgan er tó tann sama hjá gestunum. Innleggini eru ov vánalig.

Í 64. minutti mundi tað eydnast at javna, men finska verjan fekk akkurát órógvað Fróða Benjaminsen nóg mikið, so at skallarin fór beint framvið stongini. Trekkið og innleggið frá Gilla Rólantsson Sørensen var annars framúr gott, og man sat við kensluni av, at komu fleiri tílík innlegg, so fingu føroyingar skjótt mál. Soleiðis skuldi tað tó ikki blíva, og eftir eina góða føroyska løtu, við onkrum hálvum møguleikum, so tóku finnar veruliga yvir, og seinastu løtuna høvdu teir yvirskotið til at trilla sigurin heim.

Eftir standa vit og iðra okkum, tí vit mangla ikki nógv, fyri at fáa eitt betur úrslit úr slíkum dysti. Føroyska liðið er sannuliga komið langt ávegis, men har eru enn ting og sakir at arbeiða við.

Finnland - Føroyar (1-0)
Joel Pohjanpalo 1-0