- Vit mugu verja um okkara tilfeingi

Ingi Samuelsen

16.05.2017 - 11:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

- Vit mugu leggja okkum eftir at hava eina góða varðveitingarskipan fyri okkara tilfeingi í havinum. Strandarlond mugu virða áhugamálini hjá hvør øðrum og í sátt og semju syrgja fyri at fiskastovnarnir trívast á burðardyggum grundarlagi.

- Burðardygg og ábyrgdarfull fiskivinna er og skal vera ein sjálvfylgja.

Hetta var ein av boðskapunum í fyrilestrinum hjá forseta Íslands, Guðna Th. Jóhanesson, á Fróðskaparsetrinum fyrrapartin.

Fyrilesturin og vitjanin á setrinum er einasta plikt hjá forsetanum á føroyavitjanini í dag. Restin av degnum verður brúktur privat.

Stríðið um grunnarnar
Guðni forseti er professari í søgu, og doktararitgerð hansara var júst um fiskiskap og íslendska stríðið stríðið um fiskirættindi í egnum sjógvi.

- Tað er deiligt at sleppa at tosa fakliga aftur eina løtu, helt forsetin fyri, tá hann fór undir fyrilesturin ”The fight for the fishing grounds”.

Hann greiddi frá, hvussu íslendingar stríddust fyri sínum rætti til egið tilfeingi undir Íslandi, serliga vóru tað bretsku trolararnir, ið ikki vildu virða hesi rættindi.

Men so líðandi fingu íslendingar – og eisini føroyingar – síni rættindi. Fyrst 3-fjórðingamarkið í 1901, 4 fjórðingamarkið við grundlinju í 1952 og 12 fjórðingamark í 1958, sum førdi til Fyrra Toskakríggið 1958-1961. Hann kom ikki inn á seinna toskakríggið í sjeytiárunum.

- Stríðið um fiskimarkið var ein partur av okkara frælsisstríði. Vit vóru harðrendir í okkara krøvum. Tit føroyingar, saman við dønum, vóru meira hóvlig og samráðingarvinarlig. Men úrslitið í dag er hitt sama, so ilt er at meta um, hvørt íslendski mátin ella tykkara var hin rætti, segði Guðni Th. Jóhannesson.

Varðveita rímidømið
Forsetin var í síni framløgu varðligur við ikki at koma við politiskum útsøgnum. ”Eg eri ikki politikari”, segði hann fleiri ferðir.

Men hann hevur tó ein greiðan boðskap, tá talan er um at hyggja frameftir og hvussu vit skulu varðveita ríkidømi í havinum.

- Dálkingin – serliga plastdálkingin – er ein hóttan móti okkara tilveru. Roknað er fram til, at við hetta lag verður skjótt meira plast enn fiskar í sjónum. Tað ber jú ikki til – vit kunnu ikki liva av plasti, og tí skulu okkara fiskigrunnar ikki broytast til plastgrunnar.

- Hetta er ein uppgáva sum vit framkomin lond eiga at taka í størsta álvara. Vit mugu verja okkara umhvørvi. Umhvørvið skal altíð hava fyrstu raðfesting í okkara politisku avgerðum, tað skylda vit okkara eftirkomarum, segði Guðni Th. Jóhannesson millum annað.