- Vit og ES skulu hava 90 prosent av makrelinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

07.10.2013 - 12:25

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

FISKIVINNA: Norska nótavinnan ætlar sær ikki at bakka, og krevur at tann nýggja myrkabláa norska stjórnin heldur somu kós sum tey reyðgrønu hildu. Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum fyri fiskivinnuna, Fiskebåt, krevur at Noreg og ES frmhaldandi skulu hava 90 prosent av makrelkvotuni, meðan restin kann býtast um 10 prosent.


- Meðan vit bíða eftir eini nýggjari avtalu við einum øðrum býtislykli, so skal samlaða kvotan skiftast sambært søguligum fiskiskapi og sambært seinast galdandi strandalandaavtalu, sigur Audun Maråk í samrøðu við FiskeribladetFiskaren.

ICES-ráðini er at makrelkvotan gerst umleið 900.000 tons. Sambært hugsanini hjá Maråk vil Føroyar fáa millum 40.000 og 50.000 tons í sín part, og ikki góð 150.000 sum føroyingar fara at krevja.

Í hesum umfarinum nevnir Maråk ikki Føroyar við einum orði, men velur heldur at skjóta eftir Grønlandi og íslandi, og sigur at teirra krøv eru tey sum truplast verður at góðtaka, tí broytingar í sjóhitanum er tann sum skjótast rakar makrelstovnin í grønlendskum og íslendskum sjógvi.Grønland setti sær í ár eina makrelkvotu sum var 40.000 tons.