Mynd: Jens Kr. Vang
Fróði Benjaminsen, liðskipari

Vit royndu at verja javnleikin

Niels Petersen

04.09.2015 - 22:38

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

 Liðskiparin á føroyska manslandsliðnum, Fróði Benjaminsen helt fyri eftir dystin, at teir vóru væl við í dystinum, og at teir hildu írum frá stórum møguleikum. Tá teir so missa Jóan Símun í 65. minutti gerst tað trupult.

- Vit royna at verja javnleikin, tá vit missa Jóan Símun, men tá teir fáa mál næstan beinanvegin, tá blívur tað sera tungt, og tað triðja er sera skuffandi av okkum, sigur rutineraði miðvallarin og liðskipari okkara, Fróði Benjaminsen.

Næsta uppgáva er móti Finlandi, og hesin dystur verður spældur í Finlandi mánakvøldið.