Mynd: Jens Kristian Vang

Vit trúgva uppá ein sigur

Jens Hákun Leo

05.09.2016 - 11:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lars Olsen, landsliðsvenjari, sló í dag fast á tíðindafundinum, sum hann helt undan dystinum í annaðkvøld ímóti Ungarn, at føroyska liðið trýr uppá, at tað kann vinna í morgin.

- Vit kenna Ungarn væl. Vit hava spælt ímóti teimum tvær ferðir nýliga, og við eitt sindur av hepni kundu vit havt fingið stig ímóti teimum tá. Vit hava verið saman í seks dagar nú og hava havt átta venjingar. Av spælarum hjá Ungarn, sum vit eru serliga varnir yvirfyri, eru millum annað Baláza Dzsudzsák og Dániel Böde.

Atli Gregersen, nýggjur liðskipari á føroyska landsliðnum, helt fyri á tíðindafundinum, at tað, at Ungarn gjørdi tað so gott til EM-endaspælið í summar, er ein álitisváttan til føroyska liðið, tí at føroyska liðið gjørdi tað jú í tveimum førum sera gott ímóti Ungarn herfyri.

- Tað týdningarmesta er at gera tjóðina fegna, og vit fara eftir sigrinum, segði Atli Gregersen víðari.

Føroyar og Ungarn bresta saman í morgin kl 19.45 á Tórsvølli.