Angela Merkel, týskur kanslari. Mynd: The Guardian

- Vit vilja ikki lata okkum kúga av yvirgangi

Jens Hákun Leo

20.12.2016 - 11:00

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Týski kanslarin Angela Merkel hevur fyri einum góðum tíma síðan havt tíðindafund í Berlin viðvíkjandi hendingini í gjár, tá ið ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu og drap 12 fólk á einum jólamarknaði í vestara partinum av Berlin.

Á tíðindafundinum kallaði hon ”álopið” í gjár fyri eina ræðuliga gerð, samstundis sum hon eisini upplýsti, at fleiri av teimum særdu (fleiri enn 40 vórðu særd; harav upplýsa onkrir miðlar, at 48 fólk í alt vórðu særd) stríðast fyri lívinum.

Angela Merkel helt fyri, at vit mugu ganga út frá, at hendingin í gjár var ein yvirgangsatsókn.

Í røðuni helt hon í aðrar mátar fyri, at...

- Tólv fólk, sum sóu fram til jólini, og sum høvdu ætlanir fyri jólafrítíðina, eru ikki longur ímillum okkum. Hetta er ein ræðulig gerð, sum vit ikki kunnu skilja...Í hesari løtu eru tankar okkara við teimum deyðu, teimum særdu, teimum avvarðandi hjá teim deyðu og særdu og teirra vinum. Alt landið er við tykkum í stórari sorg. Vit eru nógv, sum biðja fyri tykkum.

- Við tí vitan, sum vit hava í løtuni, mugu vit ganga út frá, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Eg veit, at hetta fer at vera serliga torført hjá tykkum at hoyra, um tað verður váttað, at ein persónur framdi yvirgangsatsóknina, sum hevur søkt um friðskjól í Týsklandi. Hetta verður serliga ótespiligt at hoyra fyri øll tey, sum dag eftir dag hava stríðst fyri at hjálpa flóttum, og fyri øll tey, sum í roynd og veru hava tørv á at verða vard og at verða integrerað í okkara land.

- Vit nokta at lata okkum kúga av yvirgangi. Sjálvt um tað er trupult, fara vit at miðja eftir at finna styrki at halda áfram við at liva, soleiðis sum vit ynskja í Týsklandi – í frælsi, opinleika og samanhaldni.

Sjálvt um tað enn ikki er almannakunngjørt, hvør maðurin er, sum koyrdi lastbilin inn í mannamúgvuna í gjár, skilja miðlarnir á staðnum nú á lagnum, at maðurin er pakistani, og at hann kom til Týsklands fyri einum ári síðan. Løgreglan visti, hvør hann var, men hetta einans vegna smærri lógarbrot. Maðurin er, sum skilst á einum talsmanni hjá DR í Berlin, 23 ára gamal.