Vit vóru 50.575 fólk í Føroyum 1. februar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 10:10

Tíðindi > Fólkatal

Fólkatalið var 50.575 tann 1. februar. Tað vaks við 697 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2017 – 1. feb. 2018. Tað kemur av nettotilflyting á 500 og burðaravlopi á 197. Størsti fólkavøkstur er í Eysturoyar sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið, meðan minsti vøksturin er í Suðuroy og lítil minking í Sandoyar sýslu.

Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið eru nú munandi broytingar í burðaravlopi og nettoflyting, og tær venda hvønn sín veg: burðaravlopið er minkað við 110, úr 307 niður í 197, meðan nettotilflytingin er vaksin við 93 úr 407 upp í 500. Hóast henda stóru vøksturin í nettotilflytingini gjørdi tað uppaftur størri fallið í burðaravlopinum, at fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið var 17 minni enn í tí undanfarna, skrivar Hagstova Føroya.

Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.150 ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Hinvegin veksur tilflytingin framvegis, og er samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting, at nettotilflytingin enn er veksandi.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á yvir 400 vend til eina enn positiva nettotilflyting upp á 500.

Men burðaravlopið er minkað munandi
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið munandi við 110, úr 307 niður í 197 hetta 12-mánaðskeiðið 1. feb. 2017 – 1. feb. 2018. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði við 34, úr 681 niður í 647, so vaks talið av deyðum við 76, úr 374 upp í 450.