Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, til høgru og Tummas Lervig, formaður í KÍ, til vinstru. Myndin er frá síðla í 2014, tá ið Mikkjal á fyrsta sinni gjørdi sáttmála við KÍ. Nú skal hann halda fram í KÍ til og við 2019.

Vit ynskja stabilitet – tí ynskja vit Mikkjal

Jens Hákun Leo

05.10.2016 - 06:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Vit eru væl nøgdir við arbeiðið, sum Mikkjal hevur gjørt, og við nýggja sáttmálanum tryggja vit okkum ein stabilitet fyri framtíðina við einum høvuðsvenjara, sum vit halda passar sera væl til okkara felag,

Hetta sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, við Norðlýsið í sambandi við, at Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, nú hevur longt sáttmála sín við felagið til og við 2019.

Við Norðlýsið sigur Tummas Lervig soljóðandi víðari um longda sáttmálan við høvuðsvenjaran:

- Vit hava verið sera væl nøgdir við arbeiði, sum Mikkjal hevur gjørt fyri felagið. Í ár hevur Effoliðið tikið risafet móti toppinum í føroyskum fótbólti, har vit hava vunnið steypakappingina, og framvegis eru við í kappingini um fremsta plássið í landskappingini. Framtíðin sær spennandi út í felagnum, har vit m.a. komandi ár skulu spæla Europa fótbólt fyri fyrstu ferð í 10 ár, og tað er ein spennandi avbjóðing í sær sjálvum.

At enda helt Tummas Lervig fyri við Norðlýsið, at tað var upplagt at halda fram við einum vælumtóktum venjara, tá ið málsetningurin var stabilitetur:

- Vit ynskja stabiltet og hugsa fleiri ár fram, og tí halda vit, at tað er upplagt at halda fram við einum venjara, sum øll kring felagið eru væl nøgd við, og sum hevur víst seg at passa væl til okkara felag.

Mikkjal Thomassen, sum kom til felagið í fjør, hevur í ár verið við til at leitt felagið til sín fyrsta steypasigur í 17 ár og kann eisini leiða felagið til greipuna. KÍ er í løtuni í hørðum oddastríði við Víking um 1.plássið í Effo-deildini, nú einans tvey umfør eru eftir at leika.