Mynd: Shetland News/Ian Leask

Vita einki um málið um Christian í Grótinum

Kiran Jóanesarson

28.01.2015 - 20:50

> Tíðindi > Føroyar

Málið um Christian í Grótinum, ið varð tikin av skotskum myndugleikum í november í fjør, er ikki komið fyri í rættinum enn.

- Vit vita einki. Vit fingu at vita, at málið varð útsett til sjeynda januar, men so fingu vit eitt bræv um at tað aftur varð útsett, og síðan hava vit einki hoyrt aftur, upplýsir Eyðun Rasmussen reiðari

Tað var tann níggjunda november í fjør at Christian í Grótinum, sum royndi eftir makreli í ES sjógvi, fekk boð frá hetlendskum myndugleikin um at sigla inn til Lerwick í samband við, at illgruni var um, at Christian í Grótinum hevði fiskað ólógliga í ES sjógvi.