Mynd: Hallbjørg Mørch Poulsen

Vita ikki hví eldur kom í Plattavirkið ella sethúsini í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 13:09

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Eldur var í Plattavirkinum á Toftum náttina til 27. mars, men enn er ikki eydnast at finna orsøkina til eldin.

Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur sambært Kirngvarpinum, at eldurin er byrjaður inni og at stongt var allastaðni. Men um eldurin er komin av skammlopi ella av brenniovni ber ikki til at siga.

Tað er heldur ikki eydnast at staðfesta hví eldur kom í sethús í Klaksvík 9. Apríl. Eldurin kyknaði í eini sofu, men meira veit løgreglan ikki.