Vitjandi skulu gjalda fyri bussin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 12:12

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreasen, sigur, at arbeitt verður við, at vitjandi í kommununi gjalda fyri bussin.

Bogi Andreasen sigur, at ferðafólkatalið veksur, og tað leggur stórt trýst á bussarnar, sum ofta ikki kunnu rúma borgarunum í kommununi.

Tí verður nú arbeitt við at borgararnir fáa eitt borgarakort, sum tey kunnu nýta til at koyra ókeypis í bussinum.

Bogi Andreasen sigur fyri Kringvarpinum, at tey eru í gongd við at kanna, hvussu tað kann rigga. Borgarakortið kann antin verða sum eitt kort ella sum okkurt á eini smartphone.

Við borgarakortinum fáa aðrar vinnur eisini ágóðan, eitt nú taxavinnan, sum kann vænta sær meiri kundar við nýggju skipanini.