(Mynd: AFP)

Voksfigurur av Adolf Hitler elvdi til øsing



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.11.2017 - 21:31

Mentan > Uttanlands > Annað

Eitt museum í Indonesia varð noytt at taka burtur ein voksfigur av Adolf Hitler, tí at voksfigururin elvdi til øsing millum fólk. Grundin var, at nógv av teimum vitjandi nýttu høvið til at taka selfies saman við voksmyndini, skrivar BBC.

Myndirnar vístu smílandi fólk undir lðini á leiðaranum av nasistunum frammanfyri eini mynd av portrinum inn til Auschwitz týningarleguna. Nakrir dreingir var enntá í appilsingulum búnum og framførdu eina nasista heilsan. Hetta fekk øði í fólk úr øllum heiminum.

Leiðarin á De ARCA Statue Art Museum sigur, at ætlanin var at læra fólk, ikki at øsa.