Mynd: Hagstova Føroya

Vøkstur í BTÚ uppá umleið 4-7% í 2017 og 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

02.03.2017 - 14:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Fyri 2017 og 2018 verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í leypandi prísum framroknaður til ávikavist 6,9% og 4,4%.

Hetta skrivar Hagstovan í dag.

Hagstovan leggur í hesum sambandi út við at greiða frá, at vøksturin, sum hevur verið í bruttotjóðarúrtøkuni árini 2013 til og við 2016, hevur í størstan mun stavað frá alivinnu og uppisjóvafiskiskapi, umframt at privatu tænastuvinnurnar hava átt nærum eins stóran lut í vøkstrinum.

Vøksturin fyri privatu tænastuvinnnurnar verður, sambært Hagstovuni, sannlíkt eins stórur í ár og komandi ár. Fyri tilfeingisvinnurnar verður framvegis vøkstur, tó eitt sindur minni og minkandi í mun til undanfarnu fýra árini. Framleiðsluvinnur annars, eins og framleiðslan innan almenna geiran, hava síðan 2013 havt jaligt ískoyti til vøksturin, tó nakað minni samanborið við tilfeingisvinnur og privatar tænastuvinnur.

Hagstovan sigur víðari, at framleiðslan hjá tilfeingisvinnum fer í størstan mun av landinum og fortreytirnar fyri útflutningin geva sum úrslit, at vakstrarískoytið frá útlendskum eftirspurningi fyri inniverandi ár er umleið eins stórt sum undanfarnu fýra árini, men tó minni í 2018.

Hinvegin verður, sambært Hagstovuni, mett, at privata nýtslan er vaksandi í ár og komandi ár, bæði tí tøka inntøkan veksur, men húsarhaldini hava samstundis sannlíkt betri hug at nýta enn størri part av hesari eyka inntøku til nýtslu. Byggivirksemið er lutfalsliga stórt, og privatu íløgurnar eru eisini ásettar at vaksa í mun til samlaðu framleiðsluna.

Samanumtikið kann vøksturin í ár, og í enn størri mun komandi ár, tengjast at vøkstri í innlendskum eftirspurningi og í minni mun frá útlandinum, sigur Hagstovan at enda.