Vøllurin skal eita J&K Vøllur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

23.04.2017 - 15:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík hevur nú fingið navn. J&K Vøllur er heitið á komandi leikvøllinum hjá hoyvíkingum í Giza Hoyvík. 

J&K Petersen og Giza Hoyvík hava gjørt eina avtalu fyri 2017, sum inniber, at J&K Petersen eigur navnið á vøllinum, stuðlar besta liðnum og somuleiðis eisini kemur at síggjast á nýggju limadraktini, sum kemur út í næstum. 

Avtalan partana millum er galdandi fyri 2017, og møguleiki er at leingja til árslok 2019.