Mynd; EPA

Volvo gevst við vanliga brennimotorinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

05.07.2017 - 10:55

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Bilar

Eftir øllum at døma fer Volvo at verða fyrsti “vanligi” bilaframleiðarin, ið fer at gevast at smíða bilar við vanligum brennimotori.

Bilaframleiðarin hevur boðað frá, at um trý ár fara allir nýggir bilar frá verksmiðum teirra at hava okkurt slag av el-motori.

Allir bilarnir verða tó ikki heilt bensin- og dieselfríir, men eftir ætlan skulu allir bilarnir antin nýta el ella hybrid motor við árslok í 2019.

- Fólk krevja meira og meira elbilar, og vit vilja ganga ynskjum teirra á møti, bæði nú og í framtíðini, sigur Håkan Samuelsson, stjóri í Geely, ið er kinesiska fyritøkan, ið eigur Volvo.

- Hendan fráboðanin boðar frá endanum á vanliga brennimotorinum.

Við nýggja stignum tekur Volvo sostatt kappingina upp við amerikanska Tesla, ið av fyrstani tíð fór undir at framleiða elbilar og sum í næstum fer at senda nýggja Model 3 á marknaðin.

Elon Musk, stovnarin av Tesla, hevur boðað frá, at eftir ætlan verða 200.000 Model 3 bilar framleiddir um mánaðin fram til desember mánaði.