Mynd: jn.fo

Volvo kring Føroyar avlýst

Steinar Patursson

12.07.2016 - 06:16

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Vegna ov lítla undirtøku hevur nevndin í TSF í dag avgjørt at avlýsa kappingina í ár.

Nevndin í Tórshavnar Súkklufelag hevur í gjár avgjørt ikki at skipa fyri árligu etapu súkklukappingini, Volvo Kring Føroyar.

Avgerðin at avlýsa kappingina í ár kemur eftir vánaliga luttøku, sigur TSF, og samstundis verður gjørt vart við, at Torkil Veyhe verður heldur ikki við.

- Torkil Veyhe, ið aftur í ár var favorittur at vinna kappingina, hevur givið avboð. Hann skal í næstum luttaka í Post Cup Nord, og vit skilja væl hansara avgerð, sigur TSF í stuttum tíðindaskrivi.

Nevndin harmast støðuna. Tey, ið hava goldið fáa mail og peningin afturfluttan í næstum, sigur Gunnar Dahl-Olsen, nevndarlimur í Tórshavnar Súkklufelag.