Mynd: JN.fo

Volvo Kring Føroyar byrjar í dag

Steinar Patursson

20.07.2017 - 16:27

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Klokkan 18:00 í dag byrjar Volvo Kring Føroyar aftur.

Eftir at hava steðg í fjør, er kappingin nú aftur klár - hesaferð við trimum etapum, og tað verða tríggjar landavegakappingar.

Tað verður kappast á tveimum teinum hvønn dag. Opin bólkur koyrur tilsamans góðar 350 km og unglingar, kvinnur og motionistar koyra góðar 200 km tilsamans.

Allar kappingar byrja og enda hjá sponsorinum, sum í ár er Wenzel Ford og Volvo

Fyrsta kappingin byrjar kl. 18 hósdagin 20. juli. Allir luttakarar skulu møta kl. 17.

Kappast verður soleiðis:

Hósdagin 20. juli kl. 18. Møta kl. 17 hjá Wenzel Ford og Volvo.

Fríggjadagin 21. juli kl. 18. Møta kl. 17 hjá Wenzel Ford Og Volvo.

Leygardagin 22. juli kl. 15. Møta kl. 14 hjá Wenzel Ford Og Volvo.