(Mynd: Sverri Egholm)

- Vónandi er onkur flyting hend

Sverri Egholm

11.01.2018 - 22:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Í øllum førum 1000 fólk vóru seinnapartin savnaði á Vaglinum til mótmælistiltakið hjá Pedagogfelagnum.

Men meðan tey mótmæltu frættist, at semingsmaðurin hevðu kallað partarnar í trætuni saman. Tað frøddi Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum.

- Vónandi er onkur flyting hend og at man ynskir at koma til eina semju. Vit hava greitt víst á hvat vit hava ynski um, og vit hava sagt, at vit hava brúk fyri at fáa eitt lønarlyft. Og tað er tað vit ynskja í einari semju, segði Jógvan Philbrow við útvarpið.

Hann greiddi frá, at tey ikki hava slakað í teirra krøvum, men at tey sjálvsagt fóru at lurta eftir hvat semingsmaðurin hevur at greiða frá.

Les eisini: Marna K. Jacobsen: - Ommur og abbar mugu gevast við at vera so fitt

Sí eisini: Myndir: Pedagogar mótmæltu á Vaglinum