Vónbrot í badmintonhøllini

Ingi Samuelsen

29.06.2017 - 17:40

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Heldur ikki í blandaðum tvímansleiki eydnaðist tað Føroyum at fáa luttøku í badmintonfinalunum á oyggjaleikum.

Seinasta vónin vóru Niklas Eysturoy og Rannvá D. Carlsson í tvímansleiki. Tey møttu Ove T. Svejstrup og Elena Johnson av Guernsey í hálvfinaluni fyri eini løtu síðani, men taptu 0-2.

Fyrsta settið var ógvuliga spennandi. Guernsey-búgvarnir lógu á odda, tó ikki nógv. Men føroyingarnir fingu stríðst seg upp á javnleik 20-20, og so fylgdust tey upp til 23-23, áðrenn kanaloyingarnir fingu avgerðandi slagið inn og vunnu 25-23.

Í øðrum setti var sigurin meira tryggur. Guernsey vann 21-14, og harvið fingu Føroyar ongan við í finalurnar.

Ístaðin mugu vit taka til takkar við trimum bronsufinalum, í blandaðum tvímansleiki og í einmansleiki fyri bæði kvinnur og menn.