Quentin Bates handar Hjalmari Petersen (t.h.) virðislønina (Mynd: vonin.com)

Vónin fær virðisløn fyri nýhugsandi loysn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 07:00

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Trolvirkið Vónin fekk í gjár eina heiðursløn fyri nýhugsandi loysnina, ið verður kallað ’The Flyer’.

Talan er um serligar smáar lemmar ella spoilarar, ið verða settir ovast á trolinum, so at tað letur seg betri upp og ikki smokkar saman.

Vónin er í hesum við á fiskivinnuframsýningini Icelandic Fisheries Exhibition í Kópavogi, og á eini samkomu á listasavninum Gerðishafn í gjárkvøldið, tók Hjalmar Petersen, stjóri í Vónini, ímóti serligu virðislønini "Innovative Product Award" fyri ’the Flyer’.

Í grundgevingunum fyri at geva Vónini hesa virðislønina varð sagt, at the Flyer er nýhugsandi, tá talan er um at lyfta trol. The Flyer letur trolið nógv betri upp enn flot ella aðrar líknandi loysnir. Víst verður eisini á umhvørvisliga árinið, at við at brúka hesa loysnina heldur enn kúlur úr plasti, ið lættliga detta av og dálka høvini.