François Hollande (Mynd: EPA)

Vónir í Paris um veðurlagsavtalu

Ingi Samuelsen

30.11.2015 - 15:22

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Veðurlagsbroytingar

- Veðurlagstoppfundurin snýr seg um framtíðina hjá gongustjørnuni, framtíðina hjá sjálvum lívinum.

Soleiðis segði franski forsetin François Holland, tá hann í dag setti ST-toppfundin um veðurlagið, sokallaða COP21 fundin í Paris.

Umleið 150 stats- og stjórnarleiðarar eru við í sambandi við setanina av ráðstevnuni.

Sambært Hollande, er talan um týdningarmesta av øllum altjóða fundum, sum fara fram í franska høvuðsstaðnum hesar komandi tvær vikurnar.

- Ongantíð hava avleiðingarnar av einum altjóða fundi verið so stórar, tí hetta snýr seg um framtíðina hjá gongustjørnuni, framtíðina hjá sjálvum lívinum, og kortini eru tað bert tvær vikur síðan, júst her í Paris, at ein bólkur av víðgongdum spjaddu deyða í gøtunum, segði Hollande, og vísti sostatt á yvirgangsálopini, ið kostaðu 130 fólkum lívið.

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, minti frá røðarapallinum áhoyrararnar um, at tað er so mikið av framfýsni og framsókn í samráðingunum um at minka um útlátið av veðurlagsgassum, at eitt betri høvi fyri eini avtalu kanska ”aldrin kemur aftur”.

Málið fyri veðurlagsfundinum í Paris er at gera avtalur, ið kunnu avmarka upphitingina á jørðini.