Fleiri av oljuleiðunum eystan fyri New Foundland og Labrador liggja sera langt úr landi, upp til 500 km.

Vónir um nógva olju í Norðuratlantshavi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

11.01.2018 - 10:07

Oljan >

Okkum nýtist ikki at leita so langt burtur sum  til Mexikanska Flógvan ella til Brasilia fyri at finna oljuleiðir, sum hava áhuga hjá teimum stóru oljurisunum. Eisini í okkara parti av heiminum tvs. í Norðuratlantshavi ella neyvari, hinumegin Atlantshavið, leita og vilja stóru oljufeløgini brúka nógvar mia. kr. fyri at finna nýggjar oljugoymslur, sum tey halda finnast í undirgrundini. 

Eitt av hesum feløgum er  heimsins størsta oljufelag, ExxonMobil, sum í fleiri ár eisini var partur av føroyskari oljuleiting. Nú skriva altjóða oljumiðlar, at felagið er farið at leita eftir einum hóskandi palli at bora á stóru havdýpunum eystan fyri Labrador og New Foundland. Í mongum førum eitt fjarskotið leitiøki, sum minnir ikki sørt um fleiri av leiðunum við Føroyar. 

Tað eru umleið 20 ár síðani, at oljuframleiðsla tók seg upp í økjunum eystan fyri Kanada. Fýra oljukeldur framleiða har í dag. Fyri nøkrum fáum árum síðani sá eisini norska Statoil møguleikar fyri at gerast partur av hesum kanadiska oljuævintýrinum til havs og hevði felagið eisini eydnuna við sær, tá tað boraði á nýggjum leiðum har. Men tá Statoil eftir tað fór undir at bora avmarkingar- og metingarbrunnar á somu leiðum var úrslitið langt frá tað man hevði roknað við. Vit í Føroyum minnast boripallin West Hercules, sum kom á Skálafjørðin fyri at verða umvældur og klárgjørdur at arbeiða eystan fyri New Foundland, eftir at hann hevði borað á føroyska landgrunninum. 

Oljufeløgini trúgva framvegis uppá møguleikarnar at finna olju langt til havs eystan fyri New Foundland og Labrador. Nú er tað ExxonMobil, sum gongur á odda og  fer undir eina stóra leitiverkætlan í Flemish Pass Basin frá sumri 2019.

ExxonMobil og tess partnarar hava bundið seg at brúka 4-5 mia.kr. til leiting í loyvunum tey hava fingið tillutað í Kanada. Tey skulu bora ein ella møguliga tveir brunnar á upp til 1200 metra dýpi.

Tíðindini verða sera væl móttikin í veitingarvinnuni í Kanada, nú henda stóra íløgan í leiting fer at seta ringar í sjógvin og vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss og inntøkur til lokalsamfeløgini. Vónir eru eisini til, at henda stóra íløgan kann enda við, at enn ein nýggj oljuleið við Kanada fer undir framleiðslu. Higartil eru fýra keldur farnar undir framleiðslu, tann fyrsta var Hibernia í 1997.

ExxonMobil eigur 40% av loyvi nr. 1135 saman við Statoil og Suncor, ið hvør eiga 30%. Statoil fann upprunaliga nógva olju í økinum nærhendis, Bay du Nord, men gjørdist vónsvikið, tá tað seinni fór undir at bora avmarkingar- og metingarbrunnar nærhendis. Hesir vístu seg ikki at goyma tær nøgdir av olju, sum væntað varð. Tey trý oljufeløgini halda kortini, at økið er so mikið áhugavert og prospektivt, at tey vilja brúka fleiri mia. kr. til eina nýggja boriverkætlan. Einki bendir á, at feløgini hava mist mótið og ætla at rýma frá økinum, hóast høgu kostnaðirnar, stóra dýpið, harðbalna veðurlagið og langa teinin til lands. Oljuleiðin liggur 500 kilometrar eystan fyri St. John í New Foundlandi. Ein oljuprísur, sum nærkast 70 dollarum fyri tunnuna, verður eisini mettur at rudda slóð fyri nýggjum áhuga.

Eisini oljufelagið Chevron hevur áhuga í økjunum út fyri Eysturkanada. Felagið er í ferð við at gera botnkanningar fyri at staðfesta, at kolvetni eru í undirgrundini. Tað fer undir kanningarnar í summar.Eftir hesar verður helst borað.

Myndugleikarnir í New Foundlandi og Labrador hava seinastu árini annars gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri at skapa áhuga hjá oljufeløgum at leita eftir olju út fyri Eysturkanada. M.a. hava tey staðið fyri eini stórari seismiskari kanning og hava gjørt eina frágreiðing um økini, sum seinni vórðu boðin út. Einar sjey umsóknir komu inn í 2016, har oljufeløg  tilsamans játtaðu at brúka meira enn 6 mia. kr. til leiting komandi árini.

Hóast lágan oljuprís og stórt afturhald í at gera íløgur í leiting, so var áhugin fyri at bjóða uppá leitiøki í Kanada, sera stórur. Og nú skal tað so vísa seg, um undirgrundin goymir ta olju, sum oljufeløgini rokna við.