Finnur Fríði (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Vørn: Flotin verður lagdur 1. januar 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hanus Samró

20.11.2017 - 15:09

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Seinastu tíðina hevur ivi verið sáddur um, hvørt flotin verður lagdur 1. januar 2018, um fiskivinnunýskipanin ikki verður samtykt.

Løgmaður segði við rás2, at flotin verður lagdur, um løgtingið ikki tekur undir við fiskivinnunýskipanini.

Christian Andreasen, løgfrøðingur, vísti uppáhaldinum aftur. Í samrøðu við Norðlýsið segði Christian Andreasen, at lógin um vinnuligan fiskiskap tekur hædd fyri tí, og at løgtingið hevur møguleika fyri at leingja loyvini við fimm árum.

Tað er kortini nógv, ið bendir á, at flotin verður lagdur, um samgongan ikki samtykkir uppskotið. Norðlýsið hevur í dag fingið váttan frá Vørn, ið hevur eftirlit við at lógin um vinnuligan fiskiskap verður hildin, at lógin loyvir ikki fiskiførum at “fara til vinnuligan fiskiskap uttan veiðiloyvi.”

Loyvini fara úr gildi 1. januar 2018. Brot á hesar reglur verða revsaðar við bót.