Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

VP: - Í Føroyum er tað altíð vit ímóti hinum

Sverri Egholm

23.09.2017 - 20:09

Tíðindi > Flogferðsla

- Munnu ikki tey nógvu flogfeløgini, sum fyri ein bíligan penga føra ferðafólk til og úr Íslandi, kenna seg vælkomin og sleppa at tillaga sín rakstur til veruleikan?

- Tað er ikki gott at vita hvønn skaða tað kann hava gjørt, at tað yvirhøvur var sáddur ivi um hvørt SAS nú fór at sleppa at minka sítt túratal. Tí munnu ikki eisini aðrir aktørar lúra í kulissunum?

Soleiðis skrivar Gunnar Skúvadal í einari grein á VP. Hann heldur tað vera gott, at SAS hevur fingið loyvi at skerja túratali nú í vetur.

Túratalið fer nú frá 7 og niður í 5 ferðir um vikuna.

- Tað hevur fingið nærmast stórpolitiskar dimensiónir her í dunnuhylinum, at tann so leingi ynskti kappingarneytin til tjóðarflogfelagið vil sleppa at tillaga sítt virksemið til veruleikan.

- Eina løtu sá tað út, sum tað var eitt stórt ivamál, um SAS kundi sleppa tað. Atlitini til okkara egna flogfelag viga jú tungt. Og í Føroyum er tað jú altíð vit ímóti hinum.

Les allan VP leiðaran her