Myndin er tikin síðsta sunnudag, tá AB/B71 leikti í Gundadali móti B36 (Mynd: B36)

Vunnu 24-0 á Sandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.03.2017 - 19:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Felagsliðið EB/Streymur/Skála, sum spælir í bestu deildini hjá kvinnum vann í dag 24-0 á AB/B71.

Tað ljóðar ótrúligt, men kappingin er júst byrjað og í fyrsta umfarinum sunnudagin var eisini eitt líknandi úrslit. Tá var tað B36-kvinnurnar, sum skoraðu eftir vild móti sama liði, felagsliðnum hjá AB og B71.

Talan er um eitt spildur nýtt lið, og eisini eitt sera ungt lið, har bulurin er U17-liðið hjá B71, og heimavøllurin er á Sandi. AB og B71 samstarva eisini um U17-liðið, og har er heimavøllurin á Argjum. Hetta er fyrstu ferð síðani 2001, at B71-kvinnurnar leika í bestu kvinnudeildini.

Um ringa gongdin heldur fram, fer tíðin at vísa. Næsta vikuskiftið skal felagsliðið á vitjan hjá altíð góðu KÍ-kvinnunum í Klaksvík.

Tveir aðrir dystir vera leiktir í bestu deildini hjá kvinnum. KÍ vann 1-0 á Svangaskarði og grannadysturin millum HB og B36 er framvegis í gongd. Í skrivandi stund er støðan 1-0 til HB.

Kelda: Faroesoccer.com