Vunnu leyvuna í Cannes


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 19:21

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Reklamuátakið SheepView hevur nú vunnið størstu heiðurslønina, sum møgulig er at innan reklamuvinnuna.

Í dag var avdúkað, at átakið, sum Liquidminds og Sansir hava gjørt fyri Visit Faroe Islands og Atlantsflog, hevur vunnið gyltu leyvuna í PR-kategoriini har 40.000 uppskot komu inn, skrivar Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands á Facebook-vanga sínum.

- Fantastiskt at kunna hava verið við til at vunnið fyrstu marknaðarførings- & PR virðisløn av hesum slag fyri Føroyar og heiðurin sum heimsins besta PR-átak innan ferðavinnu í 2017. Takk ØLL tit ið hava verið við í átakinum - hetta hevur verið ein ótrúlig ferð, sum náddi hæddarpunktið í kvøld!, skrivar Guðrið Højgaard.

Les eisini: Sheep View fýra nomineringar í Cannes