Rupert Stadler

VW gølan: Stjórin í Audi kann eisini fáa sekkin

Steinar Patursson

25.11.2015 - 14:59

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Bilar

Stóra Volkswagen gølan heldur bara áfram at vaksa, og hóttir hon nú eisini starvið hjá stjóranum fyri Audi, Rupert Stadler.

Audi, ið er ein partur av Volkswagen fyritøkuni, mátti mánakvøldið viðganga, at eisini í teirra motorum varð ritbúnaður lagdur inn, ið kámaði útyvir veruligu útlátstølini.

Sum skilst er ritbúnaðurin lagdur inn í sekssyllindraðar 3 litrarsmotorar, ið verða nýttir í fleiri enn 85.000 bilum í USA.

Audi hevi áður sagt, at teirra felag nýtti ikki ritbúnað, men nú er so greitt, at tað høvdu tey kortini, og tískil er framtíðin hjá Rupert Stadler í vanda.

52 ára gamli Rupert Stadler hevur eina langa fortíð í VW fyritøkuni, og varð nevndur sum møguligur eftirmaður hjá Martin Winterkorn, ið varð noyddur at leggja frá sær sum stjóri fyri Volkswagen í september orsakað av VW gøluni.

Stadler kom til Volkswagen í 1994, og gjørdist stjóri í Audi í 2007.

Rupert Stadler er sum skilst farin til USA at tosa við umhvørvismyndugleikarnar har, um hvussu trupulleikin kann loysast.

Audi hevur annars boða frá, at umstríddi ritbúnaðurin er ikki nýttur í Evropa.