Mynd: EPA

VW gølan umfatar nú eisini Porsche

Steinar Patursson

03.11.2015 - 09:16

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Dálking

Umframt at Volkswagen gølan eisini umfatar nakrar av VW bilunum við størri motorum, so er nú eisini vorðið greitt, at eisini Porsche merkið, ið Volkswagen eigur, er umfatað.

Amerikanska umhvørvisstovan, Environmental Protection Agency (EPA), hevur gjørt fleiri kanningar av bilum, og millum teirra, ið EPA hevur staðfest, at ólógligur ritbúnaður er í, er Porsche Cayenne frá 2015.

Hetta kemur sum eitt bakkast fyri Volkswagen, fyri tað fyrsta tí at Porsche sum luksusbilamerki er í høgum metum, men fyri næsta tí at núverandi stjórin í Volkswagen, Matthias Müller, var stjóri í Porsche frammanundan.

Matthias Müller tók við sum stjóri í Volkswagen, eftir at Martin Winterkorn mátta fara úr stjórasessinum orsakað av gøluni.

Enn verri er tað, at tá VW gølan byrjaði at gera um seg í september mánaði, legði Matthias Müller dýran við, at Porsche bilar vóru ikki umfataðir av svikinum.

Í undanfarnu viku segði Matthias Müller, at Volkswagen fór at gera tað, ið skuldi til, fyri at finna fram til júst hvat var hent. Men tað halda amerikansku myndugleikarnir ikki nógv um.

- VW hevur enn einaferð latið sum luft, tá tað kemur til teirra skyldur at halda lógirnar, ið skulu verja amerikanarar móti dálkaðari luft, sigur Cynthia Giles fyri EPA.