Mynd frá einum Greenpeace-mótmælistiltaki í Wolfsburg (Mynd: EPA)

VW keypir sær ”goodwill” í USA

Ingi Samuelsen

09.11.2015 - 17:46

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Volkswagen hevur ætlanir um at bjóða amerikanskum VW-eigaraum ein sokallaðan ”goodwill-pakka” til eitt virði upp á 1.000 dollarar, umleið 7.500 krónur.

Talan er um eigarar av diesel-bilum, ið hava ritbúnað, sum hava snýtt útlátskanningarnar, so at úrslitið gerst nógv betri enn veruleikin er.

Tað hendir á tann hátt, at umleið 500.000 bileigarar fáa í boði at fáa eitt gávukort, har helmingurin skal brúkast hjá einum VW-bilahandlara. Hetta kemur at kosta stóra týska bilaframleiðaranum knappar 500 milliónir dollarar – umleið 3,5 milliardir krónur – harav helmingurin tó fer aftur til bilahandlararnar.

Tilboðið er galdandi fyri amerikanskar eigarar av Volkswagen og Audi bilum, ið hava 2,0-litra TDI-motorar. Eigararnir fáa so eitt Visa-kort við 500 dollarum settum á og eitt VW-gávukort við einum virði upp á 500 dollarar. Harumframt fáa bilaeigararnar eina avtalu um ókeypis veghjálp í trý ár, skrivar Ritzau.

Sambært Volkswagen hava umleið 482.000 bilar við fýra sylindraðum dieselmotorum ritbúnaðin, ið loyvir moturunum at klára eina roynd, hóast sálkingarstøðið er langt oman fyri tað loyvda.