Oliver Schmidt (Mynd: EPA)

VW-stjóri í USA skal sjey ár í fongsul

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 09:01

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Fyrrverandi stjórin hjá Volkswagen í USA, Oliver Schmidt, varð í gjár dømdur sjey ára fongsul í rættinum í Detroit.

Schmidt, sum var menningar- og umhvørvisstjóri fyri VW í USA, skal eisini rinda 400.000 dollarar – 2,5 millónir krónur – í bót, skrivar Reuters.

Herfyri viðgekk hann, at hann hevði medábyrgd fyri at ólógligur snýtiritbúnaður varð settur í dieselbilarnar hjá týsku bilaverksmiðjuni. Ritbúnaðurin fekk dieselbilarnar til at minkað um útlátið av køvievni (nitrogen) undir royndarkoyringum.

Men snýtið var avdúkað av amerikanska umhvørvismyndugleikanum EPA. EPA kravdi svar um, hví tað var so stórur munur millum almenn royndartøl og aðrar mátingar av útlátunum frá bilunum.

Gølan hevur higartil kostað VW umleið 30 milliardir dollarar, skrivar Reuters.