Carl Sargeant (Mynd: The Guardian)

Walisiskur politikari gjørt sjálvmorð eftir ákærur um kynsligan ágang

Ari av Rana

07.11.2017 - 18:03

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Fyrrverandi walisiski ministarin Carl Sargeant, er funnin deyður fáar dagar eftir at tað kom fram, at fleiri kvinnur høvdu ákært hann fyri at verða kynsliga ágangandi.

Sargeant bleiv fríggjadagin koyrdur sum ráðharri fyri samfelag og børn í walisiska stjórnarráðnum, og koyrdur úr flokkinum meðan ákærurnar vóru kannaðar.

Hildið verður, at Sargeant tók sítt egna lív og løgreglan í Norðurwales siga, at andlátið ikki verður kanna sum um at nakað illgrunasamt er farið fram.