West Ham skal eisini hava nýggjan venjara

Ari av Rana

16.05.2018 - 18:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgun boðaði Everton frá, at Sam Allardyce var farin frá sum venjari, og seinni á degnum boðaði West Ham frá, at felagið hevur avgjørt ikki at leingja sáttmálan hjá sínum venjara, David Moyes.

David Moyes gjørdist venjari hjá West Ham 7. november 2017. Liðið lá tá undir niðurflytingarstrikuni í Premier League. Tá triðja seinasta leikumfar var spælt, hevði West Ham bjarga sær undan niðurflyting. Liðið endaði árið á 13. plássi.

Sáttmálin gekk út 13. mai, og avgerð varð tikin um ikki at leingja hann.

Favorittarnir at taka við sum venjari hjá West Ham eru Paulo Fonseca, Manuel Pellegrini, Rafael Benitez og Unai Emery.