West Hercules er ársins átak

Ingi Samuelsen

26.09.2014 - 19:44

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ídnaður

- Tað er eitt bragd at hava fingið stóra boripallin West Hercules til Føroya og inn á Skálafjørðin at umvælast. Tí verða skipasmiðjan Mest og Pam Offshore heiðra við Ársins Átaki 2014.

Fyri løtu síðan var greitt, at skipasmiðjan Mest og Pam Offshore fáa annan – tann minna – av teimum báðum heiðurslønunum, sum verða latnar í sambandi við ársins Vinnudag.

Í dómsnevndini sótu Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri, bankastjórarnir Janus Petersen og Súni Szhwarts Jacobsen, Sigurð í Jákupsstovu rektari, Kristian Danielsen, stjóri á ársins virki í fjør, Westpack og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Í grundgevingunum sammettu tey átaki í ár við brøgdini, sum vórðu gjørd í fyrndini, eitt nú av griksku superhetjuni Herakles, hvørs navn tíðin seinni hevur tillaga til Hercules.

- Dómsnevndin var ongantíð í iva um, at West Hercules er ársins átak, og vit gleðast nú um tey brøgd, sum hetta átakið kann føra við sær til føroyskt vinnulív í framtíðini.