Westward Ho aftur úr Íslandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.06.2018 - 14:22

Mentan > Mentan > Siðvenja & siðsøga

Føroyska sluppin Westward Ho fór úr Havnini mánadagin í síðstu viku við kós móti Íslandi, har hon skuldi luttaka á sjómannadegnum Hátíð Hafsins í Reykavík. Westward Ho hevur luttikið á íslendska sjómannadegnum triðja hvørt ár síðani 2010.

Manningini á ferðini taldu 14 í tali, 7 føroyingar og 7 íslendingar. Sjómannadagarnir vóru 2. og 3. juni.

Westward Ho fekk nakað av íslendskari umtalu á ferðini. Íslendska Morgunblaðið skrivaði um sluppina, tá hon nærkaðist Vestmannaoyggjum, har hon fyrst legði at. Morgunblaðið visti eisini at siga at túrurin gekk væl.

Í dag verður Westward Ho so aftur á Havninia. Hetta er ein dag fyrr enn vænta, tí at Tórshavnar kommuna hevði boða frá eini móttøku fyri sluppini í morgin. Í dag skrivar Tórshavnar kommuna, at ein lítil hugnalig móttøka verður uml. kl. 16, tá Westward Ho leggur at Høgukei.