Westward Ho (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Westward Ho fer til Íslands mánadagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

23.05.2018 - 07:32

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Westward Ho fer av Havnini mánadagin 28. mai til Íslands, har hon skal luttaka í Hátíð Hafsins í Reykjavík. Westward Ho er við triðja hvørt ár og luttók fyrstu ferð í 2010, sambært Tórshavnar kommunu.

Í hesum sambandi koma sjey íslendingar til Havnar fríggjadagin, sum skulu sigla aftur til Íslands við sluppini saman við føroysku manningini. Tá ið Westward Ho siglir heimaftur úr Íslandi, verða eisini 7 íslendingar við sluppini.

Væntandi verður sluppin heima aftur hósdagin 7. juni.

Fríggjadagin 8. juni kl. 16 skipa íslendingarnir fyri eini móttøku í Vágsbotni, har teir bjóða íslendskan mat. Kristján Kristjánsson, eisini kendur sum KK, fer at syngja á móttøkuni.

Hátíð Hafsins, sum er íslendski sjómannadagurin, verður 2. og 3. juni 2018.