Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City (Mynd: EPA)

Wigan og Manchester City dystast í FA Cup

Ari av Rana

19.02.2018 - 17:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein dystur verður spældur í ensku steypakappingnini í kvøld. Dysturin verður spældur á DW Stadium í Wigan, har Wigan tekur ímóti Manchester City.

Tað eru nú nøkur ár síðani at Wigan spældi í fremstu deildini í Onglandi. Felagið spælir nú í League One, sum er triðja besta deildin. Har liggja teir nummar tvey við einum stigi minni enn nummar eitt, men hava spælt tveir dystir færri. Útlitini at flyta upp eru tí góð. Teir hava eisini staðið seg væl í FA Cup, men eingi ivi er um, at uppgávan í kvøld verður sera torfør.

Mótstøðuliðið eitur Manchester City. Tað er torført at siga nógv meira um Manchester City, tí at liðið hevur verið róst upp um skýggini í alt ár. Liðið verður av fleiri mett at verða heimsins besta lið í løtuni, og tað er torført at siga tí ímóti. City liggur heili 16 stig fremst í Premier League – ein kapping, sum vanliga er tøtt. Liðið hevur eisini staðið seg væl í Champions League, har tað er eitt av favorittunum at vinna kappingina. Tað skal standa illa til, um Manchester City ikki vinnur á Wigan í kvøld.

Dysturin verður spældur kl. 19:55.