Will Grigg sendi City út

Agnar Frederiksen

19.02.2018 - 22:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Wigan skapti eina sanna FA-Cup sensatión á heimavølli í kvøldið. Oddaliðið í triðbestu deildini sendi oddaliðið á Premier League út í áttandapartsfinaluni.

Manchester City var í sterkari uppstilling í kvøld, men fingu tað sera trupult. Uppgávan gjørdist ikki lættari, tá Fabian Delph fekk reytt kort i yvirtíðini í 1. hálvleiki.

Í 2013 vann Wigan sera yvirraskandi á Manchester City í FA Cup finaluni. Í kvøld sendi League One-liðið aftur City út í myrkrið. Tad var navnframið norðurírski áleyparin Will Grigg, ið gjørdist matchvinnari, tá tíggju minuttir restaðu í.

City fekk ikki javnað, og harvið hevur Wigan sligið eitt Premier League lið út trý umfar á rað. Sera flotta avrikið ímóti trygga oddaliðnum í Premier League, gevur teimum møguleikan at sláa Southampton út í fjórðingsfinaluni.

1/8 finala:
Wigan - Mancester City 1-0