Wimbledon: Nadal sligin út í dramatiskum dysti

Ingi Samuelsen

11.07.2017 - 10:11

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Tað var stórur dramatikkur, tá spaniólin Rafael Nadal, styrkismettur sum nummar 2, í gjárkvøldið varð sligin úr stóru Wimbledon tenniskappingini í Onglandi.

Nadal megnaði ikki at knógva Gilles Müller úr Luksemburg, men tað tók fimm sett áðrenn avgerðin varð tikin. Fyrstu fýra settini endaðu 6-3, 6-4, 3-6, 4-6 við manninum úr Luksemburg nevndur fyrst.

Í fimta og avgerðandi setti fall avgerðin ikki fyrr enn støðan var 15-13. Fyri Gilles Müller kemur tað nokk væl við, at menninir í Wimbledon-kappingini hava hvílidag í dag. Hann skal spæla móti Marin Cilic í fjórðingsfinaluni.

Úrslitið í gjárkvøldið var óvæntað, tí Nadal hevði hevði spælt 28 sett í grand slam-kappingum uttan at tapa undan dystinum móti Müller.

Bara tveir spælarar hava megnað tað betri í søguni enn Nadal. Í 2006/2007 eydnaðist tað Roger Federer at finna 36 sett á rað í grand slam-kappingum, meðan John McEnroe megnaði at spæla 35 sett uttan at tapa í 1984.

Novak Djokovic og Adrian Mannarino skuldu havt spælt á vøllinum eftir Nadal og Müller, men tann dysturin endaði so seint, at hesin dystur er útsettur til í dag.

Roger Federer megnaði uttan stórvegis trupulleikar at spæla seg í fjórðingsfinaluna við at vinna 6-4, 6-2, 6-4 á Grigor Dimitrov úr Bulgaria. Harvið megnaði Federer at spæla seg fram til fjórðingsfinalu nummar 50 í grand slam-kappingum.

35 ára gamli sveitsarin er eisini næstelsti leikari nakrantíð í fjórðingsfinaluni í Wimbledon. Elsdi fjórðingsfinaluluttakari í søguni er Ken Rosewall, sum í 1971 var 39 ár.

Federer skal spæla móti Milos Raonic úr Kanada.

Hjá kvinnunum var danska Carolina Wosniacki í gjár sligin úr Wimbledon kappingini. Hon tapti 6-7, 4-6 móti Coco Wandeweghe úr USA.