Jógvan Joensen úr Fuglafirði luttók í donsku undirhaldssendingini í fjør. Hann endaði á øðrum plássi (Mynd: Palma Hørdum)

X Factor aftur á skíggjanum fríggjadagin

Sverri Egholm

05.01.2016 - 19:46

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Fríggjadagin byrjar X Factor aftur fyri níggjundu ferð. Talan er um størstu undirhaldssendingina í Danmark, og hon hevur eisini funnið sær vegin heim í føroysku stovurnar.

Ofta hava føroyingar luttikið og í 2009 eydnaðist tað Lindu Andrews at vinna. Síðani hava Anna Faroe, Sveinur, Jasmin Dahl (Í bólkinum Anthony Jasmin) luttikið. Síðsta ár endaði Jógvan úr Fuglafirði á øðrum plássi.

Um nakar føroyingur luttekur í ár, er enn ikki kunngjørt, men seinastu árini hava føroyingar verið raskir at luttikið, so tað kann roknast við onkrum.

Nú fríggjadagin verða so upptøkuroyndirnar sendar, og ofta møta undirhaldandi fólk upp, sum ikki heilt hava røddina í lagið. Í øllum førum ikki røddina, dómararnir leita eftir. Men tað er stuttligt hjá okkum hyggjarum.

Nýggjur dómari og nýggjur vertur
Við dómaraborðið eru framvegis tveir menn og ein kvinna. Teir báðir Remee og eyðkendi Thomas Blachman halda fram, men ístaðin fyri Linu Rafn, verður tað nú Mette Lindberg, sum kemur at sita í millum teir báðar royndu dómararnar. Mette Lindberg er sangari í bólkinum The Asteroids Galaxy og hetta er fyrsta árið, hon roynir seg sum X Factor dómara.

Arkitekturin Eva Harlou, sum seinastu árini hevur verið X Factor vertur, gav avboð á hesum sinni, og nýggjur vertur skuldi tí finnast. Í juni mánaða kunngjørdi Danmarks Radio, at nýggi verturin verður 25 ára gamla Sofie Linde. Hon hevur verið fastur vertur á barnasjónvarpsrásunum hjá DR, Ramasjang og Ultra.

Fyrsta sendingin verður fríggjadagin klokkan 19 føroyska tíð á DR1.