Mynd: DR

X Factor: Bólkarnir býttir millum dómararnar

Sverri Egholm

22.01.2016 - 20:03

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Triðja X Factor sendingin varð í kvøld víst á DR1. Hetta var samstundis eisini síðsta upptøkuroyndin á hesum sinni. Tískil skuldu dómararnir fáa at vita, hvønn bólk tey skuldu hava. Tey ungu, bólkarnir og tey eldru.

Undir stólunum hjá dómaranum lá hvør sín brævbjálvi, sum hevði navnið á bólkinum, dómararnir skuldu hava.

Mette Lindberg fekk tey ungu, sum eru solistar frá 23 ár og niðureftir. Remee fekk bólkarnar og Blachman í ár tey sum eru yvir 23 ár og eldri.

Næsta fríggjadag verður stólaspælið, sokallaða “5-Chair Challenge”.