(Mynd: Scanpix)

X Factor: Place on Earth langt frammanfyri hini

Oda Strøm

07.04.2018 - 13:57

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Bólkurin hjá Thomas Blachman var suvereni vinnarin av X Factor og fekk nógv flestar atkvøður, sigur undirhaldsstjórin á DR, Jan Lagermand. 

- Tað var ein avgjørdur sigur til Place on Earth og Thomas Blachman. Har var yvirhøvur eingin ivi. Tey vunnu stórt, sigur hann. 

Í síðstu atkvøðugreiðsluni fingu Place on Earth nevniliga 58 prosent av atkvøðunum, meðan kappingarneytin Jamie Talbot fekk 42 prosent. 

Sí vinnarasangin niðanfyri